Ógiftar kvinnur eiga meira enn helvtina av børnunum

Ógiftar kvinnur eiga meira enn helvtina av børnunum
Meira enn annað hvørt barn í Føroyum verður føtt uttan at foreldrini eru gift
Meira enn annaðhvørt barn er føtt uttan fyri hjúnaband.
 
05.06.2025 - 06:18

Meira enn annað hvørt barn í Føroyum verður føtt uttan at foreldrini eru gift.

Talið var 54 prosent í fjør og í 2023.

Tað sigur Familjufyrisitingin í sínari ársfrágreiðing.

Frá 2014 til 2024 hava millum 48 og 60 prosent av nýføðingum í Føroyum havt ógift foreldur. 

Í fjør vóru fødd 586 børn í Føroyum.

322 faðirskaparmál vóru viðgjørd. 

Slík mál koma, tá ógift kvinna fær barn.

Hon skal tá upplýsa, hvør pápin er.

Familjufyrisitingin spyr síðani mannin, um hann vil viðurkenna faðirskapin. 

Nógv teir flestu viðurkenna 

Í 316 førum í fjør var faðiskapurin viðurkendur.

Eitt mál var avvíst, tvey mál vóru send víðari til annan myndugleika, og í trimum málum var faðirskapurin ikki staðfestur. 

Vil maður ikki viðurkenna faðirskapin, fer málið í rættin. 

Málið verður eisini sent rættinum, um fleiri møguligir pápar eru.

Vil ógift mamma ikki upplýsa, hvør er pápin, beinir Familjufyrisitingin málið til løgregluna, sum kann áleggja mammuni sekt. 

Eingin pápi

Vil mamman framvegis ikki siga nakað, lokar Familjufyrisitingin málið, og eingin pápi verður skrásettur.

Ein mamma kann eisini søkja um at sleppa undan at upplýsa navn á pápanum.

Í 2017 fekk Ríkisumboðið, sum tá hevði hesi málini, eina umsókn um frítøku. Umsóknini var noktað.

Familjufyrisitingin hevur ongantíð fingið umsókn um frítøku.

Árini 2014 til 2024 eru 14 mál send rættinum ella løgregluni.

Í 11 førum hesi árini var faðirskapur ikki staðfestur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928