Maskinmeistarafelagið mist tolið við SEV

Maskinmeistarafelagið mist tolið við SEV
Maskinmeistarafelagið sigur seg hava prógv fyri, at SEV ikki hevur avroknað yvirtíð og vaktargjøld í samsvari við sáttmálan
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
 
07.06.2025 - 12:45

Maskinmeistarafelagið hevur mist tolið við SEV og boðar nú frá, at felagið fer í rættin við einum krav móti SEV, um eingi ítøkilig stig verða tikin beinanvegin.

Talan er um eina upphædd á stívliga tríggjar milliónir krónur, sum Maskinmeistarafelagið sigur, at maskinmeistarar, ið starvast hjá SEV, hava til góðar.

Felagið byggir krav sítt á innlit í tímaskrásetingar og lønarseðlar fimm ár aftur í tíðina, har tað sambært Maskinmeistarafelagnum er staðfest, at yvirtíð og vaktargjøld ikki eru avroknað í samsvari við galdandi sáttmála.

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, sigur, at málið hevur drigið ov leingi út og at neyðug prógv eru fyri, at maskinmeistarar hava fingið ov lítið útgoldið.

 

Hoyr samrøðuna við Arnfinn Bech, formann í Maskinmeistarafelagnum:

1747648

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155