VIDEO: "G'day og velkommen"

VIDEO: "G'day og velkommen"
Malan Klein Kristiansdóttir var væl fyrireikað, tá hon handaði Mary drotning blómur á Glyvrum í dag. 
11.06.2025 - 19:53

Hon hevði fingið gjørt hárið, føroysku klæðini sótu sum tey skuldu, og so hevði hon vant seg at neya. 

Og heilsanin til drotningina var eisini klár. 

"G'day og velkommen."

Blómugentan Malan Klein Kristiansdóttir var sera spent at sleppa at handa Mary drotning blómutyssi uttanfyri Glyvra skúla í dag.

Aftaná var hon væl nøgd við avrikið, og hon var ikki sørt hugtikin av drotningini, ið hon helt vera sera vakra. 

Kom við til stóra dagin hjá Maluni.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723