Á Breddanum: Støðan í Gasa

Á Breddanum: Støðan í Gasa
Í sendingini tosa vit við lækna, sum sigur, at 68 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús í Gasa, eru børn
Mimi Syed hevur arbeitt sum sjálvboðin lækni í Gasa. Í 1996-97 var hon skiftisnæmingur í Føroyum.
 
13.06.2025 - 09:16

Ísraelski herurin skjýtur tilvitað børn í Gasa.

Tað siga læknar, sum arbeiða sjálvbodnir í Gasa.

Í Breddanum í dag tosa vit við ein lækna, sum sigur, at 86 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús, eru børn.

Mimi Syed er lækni í USA, men tvær ferðir hevur hon verið í Gasa og arbeitt í ein mánað í senn.

Hon hevur búð í Føroyum sum skiftisnæmingur, og hevur bæði verið til skips og gingið í Hoydølum í 1996-97.

Alsamt fleiri atfinningar hava verið móti Ísrael seinastu tíðina. Serliga er tað vantandi neyðhjálpin, sum hevur fingið fleiri av heimsins leiðarum at finnast hvassliga at Ísrael.

Støðan í Gasa er vanlukkulig, sigur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum.

Formaðurin í Reyða Krossi Føroya verður gestur í Breddanum í dag.

Breddin í KvF klokkan 10.

(Teksturin er rættaður - upprunaliga stóð 68 prosent er børn, tað skal vera 86 prosent, sum læknin eisini sigur í samrøðini)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928