Kongsvitjanin á Eiði byrjað

bannari
Kongsvitjanin á Eiði byrjað
Eiði hevur fingið fína vitjan, nú Dannebrog er komið til bygdina við kongshjúnunum og Josephine prinsessu umborð
Kongshjúnini vóru sera stásilig, tá tey komu til Eiðis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.06.2025 - 09:53

Kongshjúrnini fara at vitja á Eiði í dag. 

 

Á skránni er millum annað ein vitjan í myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir.

 

Annars er móttøka í bygdini, har Jógvan í Skorini, borgarstjóri, er vertur vegna Eiðis bygdaráð. 

 

Løgmaður er eisini við á vitjanini á Eiði. 

 

Fríðrikur kongur var stórsmílandi, tá hann kom í land av Dannebrog, hóast tað hevði verið eitt langt kvøld í Salt kvøldið fyri við veisludøgurða og føroyskum dagi saman við limunum í Hamraduni. 

 

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði:

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði.
Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.
Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir.
Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  
Kl. 11.20 Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.
Kl. 11.35 Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  
Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.
Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.
Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083