Ísrael aftur lopið á iranskt kjarnorkuverk

Ísrael aftur lopið á iranskt kjarnorkuverk
Samstundis ávarar amerikanski forsetin Iran og mælir iransku myndugleikunum til at gera eina avtalu
Roykur úr Natanz í Iran, har ísraelsk álop eisini hava rakt kjarnorkuverkið.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.06.2025 - 13:23

Ísrael hevur aftur lopið á kjarnorkuverkið í Natanz, skriva iranskir miðlar, sambært NTB, og eldur er í floghavnini í Tabriz í útnyrðingspartinum í Iran eftir ísraelsk álop.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar Iran. 

- Iran hevði møguleikan at gera avtalu, sigur Trump.

- Eg heitt á Iran í hvøssum orðingum, um at gera eina avtalu, men sama hvussu nógv teir royndu, sama hvussu nær eini avtalu, teir vóru, so megnaðu teir ikki at gera eina avtalu, skrivar Trump á sínum egna miðli, Truth sosial, eftir ísraelsku álopini á Iran í nátt.

 

 

Donald Trump, forseti, ávarar Iran. (Ritzau Scanpix)

 

Ísrael hevur nógva amerikanska útgerð

- Eg segði við teir, at tað fór at blíva verri, enn teir ánaðu, mettu ella hoyrdu um, og at USA ger heimsins bestu og deyðiligastu hernaðarútgerð, og at Ísrael hevur nógv av hesi útgerð, skrivar Trump.

Hann skrivar, at tað framvegis ber til at steðga 'slátrinum'. Hann heitir á iranar, um at taka undir við eini avtalu, 'áðrenn einki er eftir'.

- Næsta álopið er longu lagt til rættis, og tað verður uppaftur ráari, skrivar forsetin

Ísrael leyp í nátt á fleiri býir í Iran, -m.a. kjarnorkuverkið Natanz, har seks iranskir kjarnorkugranskarar lótu lív. 

USA hevur samráðst við Iran um eina kjarnorkuavtalu, eftir at Trump tók USA úr gomlu avtaluni í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770