Kommunur vilja hava heilsudepil á Tvøroyri

Kommunur vilja hava heilsudepil á Tvøroyri
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur havt fund við kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroy
Kommunurnar halda, at Tvøroyri er besta staðið at byggja heilsudepilin.
 
17.06.2025 - 08:16

Kommurnar í norðaru helvt í Suðuroynni hava biðið landsstýrið um nútímans heilsudepil á Tvøroyri.

Og fundur var um tað á Tvøroyri í gjár.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum og embætisfólk úr Heilsumálaráðnum hittu umboð fyri Tvøroyrar kommunu, Fámjins kommunu og Hvalbiar kommunu.

Kommunurnar halda, at Tvøroyri er besta staðið at byggja heilsudepilin.

Kommunurnar gleða seg til at halda fram við opnum og virknum samskifti við Heilsumálaráðið um ætlanina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928