Fiskamarknaðurin: Fiskiskapurin er brúkiligur

Fiskamarknaðurin: Fiskiskapurin er brúkiligur
Sjálvt um streymurin er harður er fiskiskapurin brúkiligur og tí væntar Fiskamarknaðurin nakað av útróðri hesa vikuna.
Fiskiskapurin er brúkiligur og tí roknar Fiskamarknaðurin við at fáa nakað av fiski hesa vikuna
 
23.06.2025 - 14:38

Streymurin er harður alla vikuna, men veðrið verður gott tað mesta av vikuni, so Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðri, nú fiskaríið er brúkiligt. Tað skrivar Fiskamarknaðurin á heimasíðu síni.

Ísfiskalínuskipið, sum fiskar tosk og hýsu norðanfyri, kemur væntandi at avreiða síðst í vikuni.

Seks frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á Flemish Kap og eitt er á Grand Bank. Tey fiska tosk og kalva.

Tríggir djúpvatnstrolarar, sum fiska tosk, eru á Íslandsrygginum, og tveir teirra avreiða væntandi í vikuni.

Ein djúpvatnstrolari er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. 

Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.

Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fýra pør eru úti og fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.

Ein trolbátar er á landleiðini og fiskar flatfisk og tosk. Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Teir avreiða væntandi allir í vikuni. 

Trý garnaskip fiska svartkalva og eisini hjá teimum er fiskiskapurin brúkiligur. Væntandi avreiða øll í vikuni. 

Eitt garnaskip fiskar havtasku, skrivar Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115