Okkurt er á netinum, annað ikki

Okkurt er á netinum, annað ikki
Fáast pengar, 15 mió. kr., verður alt savnið hjá Kringvarpinum atkomuligt í 2030
Í Savnsgulli eru 500.000 skjøl, 30.000 ljóðbond og 13.000 myndbond.
 
24.06.2025 - 06:24

Fáast pengar, verður alt savnið hjá Kringvarpinum atkomuligt í 2030.

Tað fer at kosta góðar 15 mió. kr.

Hesar upplýsingar eru í svari frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at 650.000 seðlar eru í orðaseðlasavninum, sum er tøkt á netinum.

Og ljóðupptøkurnar, okkurt um 2.100 tímar við kvæðum, vísum, sangi og frásagnum, eru talgildar og eru eins og orðaseðlasavnið á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Landsbókasavnið hevur savn við føroyskum tónleikaútgávum frá 1940-unum til dagin í dag. 

Savnið er ikki fullfíggjað.

Almenningurin hevur atgongd til tilfarið á Landsbókasavninum. Tað er ikki á netinum.

Nakað tilfar hjá Tjóðskjalasavninum er á netinum.

Tilfarið hjá Tjóðsavninum er atkomuligt á Tjóðsavninum og tilfar hjá bygdasøvnunum er atkomuligt á søvnunum.

Við verandi skrásetingarskipan er hetta tilfarið ikki atkomuligt á netinum, sigur landsstýrismaðurin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815