Málið um Suðuroyartunnilin fellur burtur í hesi tingsetuni

Málið um Suðuroyartunnilin fellur burtur í hesi tingsetuni
Málið verður lagt fyri tingið av nýggjum.
 
25.06.2025 - 14:29

Uppskotið um Suðuroyartunnilin varð sent aftur í fíggjarnevndina áðrenn løgtingið fór í summarfrí, men fíggjarnevndin verður helst ikki kallað inn áðrenn Ólavsøku. 

Tað er upp til løgmann at leggja fram eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu farið verður víðari, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini.

Løgmaður sigur í suttari viðmerking við Kringvarpi, at fundur hevur verið við politiska fylgibólkin og floksforfólk um, hvussu arbeiðast skal víðari við málinum. Flokkarnir eru samdir um at lýsa onkrar tættir nærri, áðrenn málið verður lagt fyri tingið av nýggjum. 

Tað tykist greitt, at eingin tingfundur verður afturat í hesari tingsetuni. Sostatt fellir Suðuroyartunnilin burtur í hesi tingsetuni. 

Hoyr samrøðuna við Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í fíggjarnevndini, í útvarpstíðindunum:
 

1750701

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037