Kinesarar kanna virki og skip í Føroyum

Kinesarar kanna virki og skip í Føroyum
Tey, sum sleppa at selja til Kina, skulu vænta kinesarar á vitjan í september 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var í Kina fyrst í apríl og skrivaði undir.
 
27.06.2025 - 07:15

Tey, sum sleppa at selja til Kina, skulu vænta kinesarar á vitjan í september. 

Tá kemur kinesiski matvørumyndugleikin, GACC, á eftirlitsvitjan í Føroyum.

Hon verður frá 7. til 13. september, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan og Uttanríkistænastan vóru í Kina fyrst í apríl.

Tá skrivaðu londini undir tvær protokollir, eina um veiddan fisk og eina um fiskamjøl og lýsi. 

Marknaðaratgongd

Við nýggju protokollunum verður marknaðaratgongdin til Kina víðkað.

Nú vil GACC síggja virki, skip og frostgoymslur í Føroyum. 

Virki og skip, sum eru á kinalistanum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, kunna vænta eftirlitsvitjan í september. 

Í tí sambandi er neyðugt at hava skjøl og annað dagført. 

Enn er ikki ásett, hvørji virki og skip vera vitjað, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576