Avhoyringar góvu ikki ábending

Avhoyringar góvu ikki ábending
Eingin sá sjálva hendingina, men nøkur sóu fólkið, sum datt fyri borð á Norrønu, fara fram við vindeygum
Norsk tyrla leitar.
 
30.06.2025 - 08:28

Avhoyringar hjá politinum um borð á Norrønu, tá hon kom á Havnina í gjárkvøldið, góvu ikki nakra ábending um, hví eitt ferðafólk fór fyri borð leygarkvøldið, tá Norrøna var sunnan fyri Noreg á veg til Føroya.

Eingin sá sjálva hendingina, men nøkur sóu fólkið fara fram við vindeygum.

Fyribils er niðurstøðan tann, at talan er um vanlukku.

Hendingin var har afturi á skipinum, har sum hitapottarnir eru á dekki sjey.

Tann, sum fór fyri borð, var føroyingur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF