Útoyggjar: Mugu gera nakað við bústaðarmøguleikarnar

Útoyggjar: Mugu gera nakað við bústaðarmøguleikarnar
Formaðurin í Útoyggjafelagnum heldur ein møguleika vera, at Bústaðir skulu byggja nakrar íbúðir kring um í útoyggjum, so fólk kunnu royna lívið á útoyggj uttan at keypa
Bústaðarviðurskiftini eru ein avbjóðing, tá fólk ætla sær at flyta til smærru útoyggjarnar, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum
 
06.07.2025 - 21:05

Ætlanin var, at Útoyggjafelagið skuldi hava aðalfund á Hotel Brandan í gjár, og fundurin varð eisini hildin. Men hann var stuttur, tí tá roknskapurin var góðkendur, var fundurin slitin, og so verður lýst til eykaaðalfund í november, har val til umboðsráðið er á skrá og val til stýrið.

Øll 16 fólkini í umboðsráðnum vóru komin saman í høvuðsstaðnum í gjár, men mett var rættast at kalla saman til eykaaðalfund, so øll fingu verið við, og tí tóku øll undir við uppskotinum hjá Óla Jákupi úr Dímun, sum hevur verið formaður øll 24 árini síðan felagið varð stovnað.

Sambært formanninum hava útoyggjarnar tað sum so gott, men har er bara ein stórur trupulleiki, sum er, at tað eru ov fá ungfólk. Og onkustaðni eru slett eingi.

Spurdur, hvat mann kann gera við tað, sigur hann, at ein máti er at gera nakað við bústaðarviðurskiftini í útoyggjunum.

- Tað eru nógv tóm hús, men tey kann mann ikki taka. Og tað eru fá hús til sølu, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður.

- Tí kundi tað verið ein møguleiki, um Bústaðir bygdu nakrar íbúðir í teimum ymsu oyggjunum, so fólk kunnu flyta til uttan at binda seg til stórar íløgur við at byggja sítt egna, leggur formaðurin afturat.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Óla Jákup úr Dímun, formann í Útoyggjafelagnum, sum var í tíðindunum á nátturða.

1752503

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571