Nógvir finalistar og fleiri nýggj met

bannari
Nógvir finalistar og fleiri nýggj met
Tvey føroysk met, eitt juniormet, eitt landsliðsmet og svimjarar í 10 av 11 finalum í kvøld. Føroysk svimjing vísti seg fram í innleiðandi kappingunum mánadag fyrrapart
Lea Osberg Højsted var annar føroyingurin við nýggjum meti í dag. Hin var Bartal Eidesgaard
Mynd: Dánial Olsen  
 
14.07.2025 - 15:11

Tvey føroysk met vórðu sett, tá innleiðandi kappingarnar í svimjing vóru í Picky-ítróttadeplinum í Kirkwall fyrrapartin.

Bartal E. Eidesgaard tók sítt egna met í 100 metur bringu við tíðini 1.01.85 minuttir og svam seg samstundis í finaluna í kvøld við næstbestu tíð. 

Lea Osberg Højsted setti eisini met í 50 metur bringu. Hon átti sjálv gamla metið, og nýggja besta tíðin er 32.42 sekund. Hon er í finaluni við triðbestu tíð.

 

Kvinnustafettin nýtt landsliðsmet

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Bjarta í Lágabø og Alisa Vestergaard settu nýtt landsliðsmet í 4x50 metur frí við tíðini 1:46.77 og svumu seg í finaluna við bestu tíð.

Tað gjørdi Isak Brisenfeldt eisini í 200 blandað. Hann svam eisini sína bestu tíð higartil við 2:04.22 - nærum átta sekund skjótari enn gamla tíðin.

Yvirhøvur hava føroyingarnir fingið góða byrjan í Orknoyggjum, og eru í 10 av 11 finalum í kvøld. Svimjingin kann stroymast á síðuni hjá oyggjaleikunum: Orkney2025.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011