- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilasølan økist aftur

Tað vera seldir fleiri bilar í Føroyum, um vit samanbera við árið í fjør.
Fyrstu seks mánaðirnar av árinum í ár eru seldir 781 nýggir persónbilar, og tað eru 70 bilar fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá bilasølurnar seldu 711 nýggjar persónbilar.
Tað gevur eina framgongd upp á tíggju prosent.
Eisini sølan av vøruvognum øktist fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør. Uppgerðin hjá Akstovuni vísir, at tað vórðu seldir 134 nýggir vøruvognar fyrstu seks mánaðirnar av árinum í ár, og tað talið var 112 bilar sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 20 prosent.
Verður bara hugt eftir juni mánað, so var hann eisini betur enn fyri einum ári síðan. Í ár seldu bilasølurnar 109 bilar í juni móti 90 í juni í fjør, og í juni í ár vórðu seldir 27 vøruvognar samanborið við 16 í juni í fjør.
Hinvegin er innflutningurin av brúktum bilum minkaður. Úr 225 fyrstu seks mánaðirnar í fjør niður í 164 fyrstu seks mánaðirnar í ár.
Trýst á leinkið og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.



























