Vil hava fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

Vil hava fleiri túrar um Nólsoyarfjørð
Nólsoyingar vilja hava fleiri túrar um Nólsoyarfjørð. Kvinna úr Nólsoy sigur, at er trupult hjá hennara húski at fáa gerandisdagin at hanga saman
 
18.07.2025 - 14:19

Tað er torført at fáa gerandisdagin at hanga saman við verandi túratali um Nólsoyarfjørð, sigur Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett, sum er búsitandi í Nólsoy.

Hon sóknast eftir at túratalið millum Havnina og Nólsoy verður økt. Men líkt er til, at hon má brynja seg við toli.

Tí enn er eingin ætlan um at økja túratalið millum Havn og Nólsoy. 

Hetta hóast, at játtanin til Nólsoyarleiðina varð økt við einari millión í fíggjarlógini í ár.

 

Hoyr meira í innslagi um hetta í útvarpstíðindunum á middegi:

1754265

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119