Ferðslan í undirsjóvartunlunum veksur støðugt

Ferðslan í undirsjóvartunlunum veksur støðugt
100.000 fleiri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum fyrra hálvár í ár enn somu tíð í fjør
Fyrra hálvár koyrdu ein millum og 145.000 bilar í Eysturoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.07.2025 - 08:56

Ferðslan í teimum fýra undirjóvartunlunum heldur fram at vaksa.

Tøl fyri juni vísa, at ferðslan vaks í øllum fýra tunlum, og í Eysturoyartunlinum vaks hon bæði á leiðini millum Streymoy og Eysturoy, og millum báðar armarnar á Skálafjørðinum.

Fyrra hálvár koyrdu meira enn ein millión og 145.000 bilar í Eysturoyartunlinum, og tað eru gott og væl 100.000 bilar fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. 

Hetta merkir eisini, at miðal ferðslan í Eysturoyartunlinum var 6.360 bilar um dagin samanborið við 5.795 bilar sama tíðarskeið í fjør, og 5.515 bilar fyrstu seks mánaðirnar í 2023.

 

60.000 fleiri í Norðoyatunlinum

Í Norðoyatunlinum var samlaða ferðslan slakar 791.000 bilar, sum er nærum 60.000 bilar fleiri enn í fjør. 

Tað gevur eitt miðaltal uppá umleið 4.400 um dagin. Hetta eru 330 bilar fleiri enn árið fyri og 365 fleiri enn í 2023.

Í Vágatunlinum koyrdu 541.000 bilar fyrra hálvár í ár, og tað eru 33.000 bilar fleiri enn árið fyri. Miðal dagsferðslan í Vágatunlinum var 3.006 bilar, sum er næstan 200 bilar fleiri enn árið fyri. 

Og í Sandoyartunlinum koyrdu 186.000 bilar fyrra hálvár í ár. Tað er 10.000 bilar fleiri enn árið fyri, og hetta gevur eitt miðaltal uppá 1.032 bilar um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928