Sjórætturin kemur nú eisini á føroyskar hendur

Sjórætturin kemur nú eisini á føroyskar hendur
Hetta er seinasti liður í arbeiðnum at yvirtaka alt, sum hoyrir sjóvinnuni til
Øll málsøki, sum hava við sjóvinnu at gera, eru nú komin á føroyskar hendur.
Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  
 
25.07.2025 - 11:30

Ólavsøkudag verður málsøkið sjórættur yvirtikið, og lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin verður tá á føroyskum hondum, upplýsir uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Hetta er seinasti liður í arbeiðinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til.

Í 2001 varð málsøkið trygd á sjónum yvirtikið, í 2011 loðslóggávan, í 2020 sjókortini, og í fjør vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin.

 

 

Sirið Stenberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, sigur, at tað er umráðandi, at vit hava fult ræðið á hesum málsøki.

- Vit hava víst í verki, at tað væl ber til at fyrisita hetta økið á ein hátt, ið hóskar til okkara samfelag og viðurskifti, og vit fara at leggja stóran dent á at hava eitt gott og dagført regluverk, sum lýkur altjóða krøv og treytir, sigur hon.

Yvirtøkan verður hátíðarhildin miðjan august í Sjóvinnustýrinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120