Aðalorðaskifti um haldføri

Aðalorðaskifti um haldføri
Næsta vár fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um fíggjarpolitiskt haldføri
Aðalorðaskifti um haldføri verður næsta vár.
 
29.07.2025 - 14:41

Næsta vár fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um fíggjarpolitiskt haldføri.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur fram frágreiðing, sum byggir á temafrágreiðingina um fíggjarpolitisk haldføri, sum Búskaparráðið gjørdi í fjør.

Hetta stendur í løglistanum, sum kom í tingið í dag saman við frágreiðingini hjá løgmanni.  

Har stendur eisini, at lógin um Búskaparráðið skal broytast.

Ætlanin er, at Búskaparráðið bara skal gera eina konjunkurfrágreiðing um árið. 

Og orka skal leggjast í at gera eina temafrágreiðing um heystið. 

Haraftrat er ætlanin at leggja onkrar uppgávur til Búskaparráðið sum part av fyriskipanum um fíggjarpolitiska stýring. 

Til dømis haldførismetingar, metingar um fíggjarlógina og eftirlitsuppgávur. 

Hetta uppskotið kemur í heyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454