Sea Shepherd: Vit mæla ikki til at boykotta oyggjaleikirnar í Føroyum

Sea Shepherd: Vit mæla ikki til at boykotta oyggjaleikirnar í Føroyum
Átaksleiðarin hjá Sea Shepherd sigur, at tað ikki er felagsskapurin, sum er komin við hesari áheitan
Oyggjaleikirnir vera í Føroyum í 2027.
Mynd: ÍSF, Jens Kr. Vang  
 
05.08.2025 - 15:30

(Dagføring kl. 16:35)

Isle of Man Today skrivar í dag, at Sea Shepherd heitir á Isle of Man og aðrar tjóðir um at boykotta oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, tí føroyingar drepa grind. 

Altjóða oyggjaleikanevndin vísir atfinningum aftur og sigur, at oyggjaleikir eru ætlaðir at skapa vinaløg gjøgnum ítrótt, og ikki blanda politikk upp í leikirnar. 

Felagsskapurin hevur sent teldupostskabelónir til sínar stuðlar, so tey kunnu leggja trýst á oyggjaleikanevndina, og heitir eisini á ítróttafólk og ítróttasambond um at tala ímóti grindadrápi, og at fólk eisini seta seg beinleiðis í samband við føroysku stjórnina.

Men í skrivi til Kringvarpið, skrivar Valentina Crast, átaksleiðari í Sea Shepherd, at felagsskapurin stuðlar friðarligum átøkum, sum hava til endamáls at skapa uppmerksemi
viðvíkjandi grindadrápi, men at Sea Shepherd ikki stendur á odda fyri hesum ávísa átakinum.

Hon vónar, at hetta átakið fer at skapa kjak og hugleiðingar um týdningin av altjóða felagsskapum – og hvussu grindadráp aftur og aftur er við til at skapa avbjóðingar fyri júst hesum.

"Vit eru vitandi um, at eitt uppslag á sosialu miðlunum ikki greitt vísir á, hvør stendur aftanfyri áheitanina um boykott, og sum síðan er rættað.

Sea Shepherd fer ikki at standa á odda fyri nøkrum átøkum at útihýsa føroyskum ítróttarfólkum frá at taka lut í nøkrum ítróttartiltaki", skrivar Valentina Crast, átaksleiðari í Sea Shepherd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011