Ákærdur fyri harðskap móti politinum

Ákærdur fyri harðskap móti politinum
Hetta skal vera hent uttan fyri Tórsvøll eftir dystin millum HB og Brøndby fyri tveimum vikum síðani
35 ára gamli maðurin kemur fyri rættin í dag.
 
08.08.2025 - 09:38

Ein 35 ára gamal maður skal í Føroya rætt í dag.

Seks ákærur eru ímóti honum.

Hann er ákærdur fyri at spýta á ein politist. Hann spýtti eisini eftir einum øðrum politisti, men rakti ikki.

Hann er ákærdur fyri at hótta politistar eftir lívinum og fyri at geva politinum tað, sum á vanligum máli eitur fuckfingurin.

Hetta skal alt vera hent uttan fyri Tórsvøll eftir dystin millum HB og Brøndby fyri tveimum vikum síðani.

Maðurin er ákærdur eftir greinini í revsilógini, sum er um harðskap móti tænastufólki í arbeiði.

Maðurin, sum er føroyingur, noktar seg sekan.

Hann hevur verið í varðhaldi, síðani hann var tikin fyri 14 døgum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576