Sirkus Baldoni verður ikki í Føroyum í ár

Sirkus Baldoni verður ikki í Føroyum í ár
Orsøkin er, millum annað, at tey ikki kunnu leiga Høllina á Hálsi, ið vanliga hevur hýst Baldoni, og útreiðslurnar aðrastaðni eru ov høgar. Tað skrivar stjórin í tíðindaskrivi
Sirkus Baldoni í Høllini á Hálsi
Mynd: Savnsmynd  
 
10.08.2025 - 16:18

Sirkus Baldoni, sum seinastu 17 árini hevur vitjað í Føroyum, hava í ár avlýst sína Føroyaferð. 

Orsøkin er, millum annað, at tey ikki kunnu leiga Høllina á Hálsi, ið vanliga hevur hýst Baldoni, og leigu útreiðslurnar aðrastaðni eru ov høgar. Tað skrivar stjórin í tíðindaskrivi.

Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at Tórshavnar kommuna er givin at leiga út ítróttarhøllir til onnur endamál enn ítrótt:

- Ítróttarfeløgini, serliga Neistin, Kyndil og Fleyr, hava mist øgiliga nógva tímar við øllum tiltøkunum sum hava verið, serliga í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini, og H71 hevur mist nógv tá okkurt hevur verið í Hoyvíkshøllini.

- Tí samtykti Tórshavnar býráð fyrr í ár, at ítróttarfeløgini hava framíhjárætt til ítróttarhallirnar í Tórshavnar kommunu. Hetta er galdandi fyri Høllina á Hálsi, Hoyvíkshøllina, Gundadalshøllina, ella Badmintonhøllina.

Hann leggur afturat, at onnur tiltøk verða í staðin víst til við Tjarnir.

Hesum greiðir trivnaðarstjórin nærri frá í innslagi í útvarpstíðindunum:

1757548

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911