Sóu fleiri televarpsrásir enn tey áttu

Sóu fleiri televarpsrásir enn tey áttu
Brek á netinum gjørdi, at fólk hava sæð fleiri rásir, enn tey hava í pakkanum, men brekið er nú rættað
Brek á netinum hjá Televarpinum gjørdi, at kundar í hálvtannað ár sóu fleiri rásir enn tey áttu.
 
13.08.2025 - 13:19

Í summar hava televarpskundar, sum hava Stórapakka, lagt til merkis, at nakrar rásir ikki longur eru at síggja.

Kundi, sum hevur Stórapakka hjá Televarpinum, hevur vent sær til Kringvarpið og sigur, at rásir sum Tv3sport, Tv3 Max og Eurosport ikki longur eru partar av pakkanum.

Á nýggjárinum var prísurin á øllum pakkum hjá Televarpinum broyttur.

Prísurin á Stórapakkanum hækkaði úr 686 krónum um mánaðin upp í 724 krónur um mánaðin. Tá fekk haldið Viaplay Sport News aftrat, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Televarpinum.

 

Stavar frá januar 2024

Bogi Hammer er leiðari í Televarpinum, men hann vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið.

Hann sigur, at henda broytingin stavar frá januar í 2024, tá millum annað Stóripakki misti rásirnar TV3 Sport, TV3Max, CNN, Eurosport, Animal Planet og Viasat Film- rásirnar, og at prísurin tá lækkaði úr 723 krónur um mánaðin niður 686 krónur um mánaðin.

Tann 1. januar í ár broytti Televarpið aftur prísin á teimum ymisku pakkunum, sum Televarpið sigur stava frá øktum rættindakostnaðum, vanligum prísbroytingum á marknaðinum og broytingum í pakkunum.

 

Brek á netinum

Orsøkin til, at kundar til í summar hava sæð rásir sum t.d. Tv3sport, Tv3 Max og Eurosport, hóast tær eru tiknar úr Stórpakka, er eitt brek á netrinum. 

Sostatt hava televarpshaldarar sæð fleiri rásir, enn tey eiga at hava í pakkanum. Brekið er nú rættað.

Televarpið sigur seg harmast um, at kundar kunnu hava ta fatan, at tey nú í summar hava mist nakrar rásir, men í veruleikanum hava kundar havt ein størri pakka, enn tey áttu at havt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297