Breddin: Vitlíki - fyrimunir og vansar

Breddin: Vitlíki - fyrimunir og vansar
Vitlíki er nú eisini skipað sum serstakt málsøki í Føroyum
Í Breddanum í dag verður spurt, hvussu vitlíki kann fara at ávirka, hvussu vit arbeiða í framtíðini. (Savnsmynd)
 
22.08.2025 - 08:48

Vitlíki - fyri mong ljóðar tað kanska fjart, men tað er nærri, enn vit geva okkum far um. Altso, tøkni, sum kann læra og taka avgerðir.

Vitlíki er heldur ikki longur bara nakað, sum tosað verður um á tøkniborgum í Silicon Valley.

Tað er nú eisini skipað sum serstakt málsøki í Føroyum. 

Í dag hyggja vit nærri at, hvat tað í veruleikanum merkir, at reglur skulu gerast fyri at brúka vitlíki.

Vit spyrja eisini, hvørjir vansar og fyrimunir eru við hesari tøknini. Og so spyrja vit, hvussu vitlíki kann fara at ávirka, hvussu vit arbeiða í framtíðini. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793