Skulu tosa um skiftisárini

Skulu tosa um skiftisárini
- Eg helt, at eg varð blivin sjúk. Tað sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann um fyrstu tíðina í skiftisárinum
26.08.2025 - 19:24

Hon var mitt í fjørutunum tá fyrstu eyðkennini, um at hon var í skiftisárunum, vístu seg. Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum í dag er 57 ár, visti tá ikki nógv um hetta tíðarskeiðið í lívinum. 

"Eg hugsaði allatíð, at kanska eg var sjúk. Altso, tann vegin". Tí vísur hon nú á, at vit skulu tora at tosa um skiftisárini, so aðrar kvinnur kunnu vera betri ílatnar.

Og tað er týdningarmikið at tosa um skiftisárini, tí sveiggj í hormonunum gera, at næstan øll gøgn í kroppinum verða ávirkað, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum. 

Sjóneykan á skiftisárini 

Í kvøld verða skiftisárini sett á breddan í Smæruni í Havn. 

- Nógvar kvinnur taka undir við tiltakinum, so tað bendir á, at her kanska er ein tørvur, sigur Katrin Kallsberg, sum er ein av stigtakaranum.

Aftrat henni eru Marianna Vang Simonsen, ergo- og zoneterapetur, umframt Bergtóra Høgnadóttur, HR-leiðari og master í positivari sálarfrøði. 

Katrin Kallsberg vísur á, at føroyskar kvinnur eru raskar at søkja sær vitan. Hon leggur kortini aftrat, at tað er hent í nýggjari tíð. 

"Eg haldi ikki, at mann hevur tosað um tað uppá sama máta fyri nøkrum fáum árum síðani. Tað er eitt tabu, sum er við at blíva brotið", sigur serlæknin. 

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann heldur tað vera týdningarmikið at bróta tøgnina, tí hevur hon áður sett orð á skiftisárini. Til ber at hoyra meira um tað her:  Breddin: Kvinnuheilsa og skiftisárini

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136