Kaja Kallas: ES-londini eru ósamd

Kaja Kallas: ES-londini eru ósamd
ES-londini eru ósamd, hvat skal til fyri at fáa Ísrael at broyta kós, sigur uttanríkispolitiski leiðari í ES, Kaja Kallas
 
30.08.2025 - 18:51

Undan ES-toppfundinum í Keypmannahavn í morgun, har Danmark í løtuni hevur formansskapin, segði Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, at Ísrael má skifta kós, tá tað snýr seg um álopini í Gasa, tí annars eigur ES at seta revsitiltøk í verk ímóti Ísrael.

Men eftir fundin sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, at "tað er greitt, at ES-londini eru ósamd'.

- Nógv ES-lond eru komin við hugskotum, hvat kann gerast. Vit fara at kanna hetta nærri, men tað er greitt, at ES-londini eru ósamd, hvat skal til fyri at fáa Ísrael at broyta kós.

- Ikki øll ES-londini eru við, sigur Kaja Kallas uttan beinleiðis at nevna londini, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391