Ein glaður toftamaður í Póllandi

Ein glaður toftamaður í Póllandi
Andrias Edmundsson hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum og spælir í bestu deildini í Póllandi. Hann verður lýstur sum ein glaður drongur, sterkur miðverji og góður beiggi
Andrias Edmundsson droymir um at fáa eitt stórt úrslit fyri Føroyar
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
04.09.2025 - 10:58

Uttanfyri vøllin er Andrias Edmundsson ein glaður drongur, sum setur dám á, har hann er. Á vøllinum hevur hann ment seg til ein mann, ið tekur ábygd í miðverjuni. Bæði í bestu fótbóltsdeildini í Póllandi og á manslandsliðnum, sum fríggjakvøldið skal spæla móti Kroatia. Hann hevur fylgt landsliðnum, síðani hann var smádrongur, og hann hevur ein stóran dreym.

 - Eg havi verið til allar landsdystir, eg havi kunnað. Eg veit faktist ikki, um tað bara er tí, at Jóan Símun hevur verið við, ella um tað bara er landsliðið, ið dregur. Men eg havi ein dreym um at fáa nøkur stór úrslit við landsliðnum. Eg var ikki so gamal, tá vit vunnu á Grikkalandi. Eg vil uppliva okkurt tílíkt, sigur Andrias Edmundsson.

Tað hevur gingið so væl í seinastuni, at stóru feløgini í Póllandi hava spurt seg fyri hjá 24 ára gamla miðverjanum, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum.

 

Hoyr hvat Andrias Edmundsson segði við Trónd Arge undan landsdystinum ímóti Kroatia fríggjakvøldið í innslagnum niðanfyri

 

250904_ANDRIAS_EDMUNDSSON_PODDUR

 

 

 - Vandamikið at rósa honum ov nógv

Søgan hjá Andriasi Edmundssyni snýr seg um at halda á. At taka kjansir, hóast tú ert ungur. Ikki at gevast, tá tað gongur tær ímóti. Men søgan snýr seg eisini um ein fryntligan og smílandi drong, sum bara elskar at spæla fótbólt.

 - Andrias er ein glaður drongur, sum tú leggur merki til. Hann er næstan tveir metrar høgur, ljóshærdur og fullur av orku og gleði. Samstundis er hann øgiliga seriøsur spælari, sum veit hvat skal til. Ein góður spælari at hava í hópinum, sigur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari.

Á landsliðnum spælir hann undir liðini á Gunnari Vatnhamar. Leirvíkingurin er ikki í iva um, at Andrias Edmundsson er ein góður fótbóltsspælari, men uttanfyri vøllin tekur skemtiliga lyndið yvir.

 - Tú veist altíð, hvat tú fær á vøllinum. Hann er ein arbeiðshestur, sum er stórur og sterkur og hevur gott sjálvsálit. Uttanfyri vøllin kann hann gott tvætla eitt sindur. Honum dámar væl at hava tað stuttligt, sigur Gunnar Vatnhamar skemtandi á málinum.

Ein konstantur í lívinum hjá Andriasi hevur verið eldri beiggin, Jóan Símun Edmundsson. Hann hevur eisini spælt yrkisfótbólt, síðani hann var tannáringur. Teir eru ólíkir bæði sum persónar og spælarar, men teir einast væl sum beiggar.



Jóan Símun Edmundsson hevur spælt yrkisfótbólt síðan tannárini, og man vera stór fyrimynd hjá Andriasi, sum nú spælir í bestu pólsku deildini. (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

 

 - Tað er vandamikið at fara at rósa honum ov nógv, tí tað gongur væl hjá honum í løtuni, og hann flýgur høgt beint nú, sigur Jóan Símun Edmundsson við einum brosi og leggur afturat:

 - Hann er ein opin, fyrikomandi og fittur fýrur. Vit eru tættir og tosa saman hvønn dag. Hann er ein góður beiggi, og eg unni honum, at tað gongur so væl. Hann hevur havt sínar niðurtúrar og hevur roynt, at ongin vildi hava hann, vísur Jóan Símun Edmundsson á.

 

250904_JSE_UM_ANDRIAS

 

Andrias Edmundsson fór sum 17 ára gamal Sunderland í Onglandi. Í trý ár vandi hann seg við lívið sum yrkisfótbóltsspælari, áðrenn hann skifti til Águilas í Spania. Fyri tveimum árum síðan endaði hann í triðbestu deildini í Póllandi eftir nakrar drúgvar skaðar.

Árið eftir skifti hann frá Chojniczanka Chojnice til Wisla Plock í næstbestu deildini. Í dag eru teir fluttir upp í bestu deildina. (Tað stóð kortini ikki altíð í sól og mána, at ljóshærdi toftamaðurin fór at røkka so langt.

 

Skaðar geva Andriasi kjansin

Í 2017 vinnur føroyska U17-landsliðið seg til EM-endaspælið, sum tá var í Kroatia. Føroyar spæla seg fyrst víðari úr einum undanumfari. Andrias Edmundsson er ikki partur av hópinum, men skaði ger, at tað er pláss fyri honum á vinstra bakki, tá Føroyar spæla í miðumfarinum.

- Við allari virðing fyri føroyska landsliðnum, so hugsaði eg tá, at um eg ikki var á landsliðnum, so bleiv tað torført at blíva yrkisspælari, sigur miðverjin.

Tað gongur eisini væl og til EM-endaspælið eru enn fleiri skaðar. Nú er Andrias Edmundsson í miðverjuni og samstundis ein lyklaspælari á liðnum, sum tapir fyri Fraklandi, Ungarn og Skotlandi.

 - Tað var ein tíð, sum menti meg nógv. Tað vóru serliga dystirnir í miðverjuni í EM-endaspælinum, sum gjørdu, at eg slapp til Sunderland at royndarvenja, fortelur Andrias Edmundsson.

Í dag er ongin ivi, tá landsliðið verður sett; Andrias Edmundsson er við.

 

250904_GUNNAR_UM_ANDRIAS

 

Toppferð í Póllandi

Toftamaðurin er blivin 24 ár, og yrkisleiðin hevur av álvara fingið ferð á. Andrias Edmundsson er tann landsliðsspælarin, sum spælir á hægsta stigi í løtuni. Pólska deildin er styrkismett sum tann 15. besta í Evropa, men tað er ikki altíð so eftirfarandi.

 - Pólska deildin er sterk. Vit hava fýra lið, sum hava vunnið seg í Conference League-deildarspælið. Vit hava spælt móti tveimum av teimum og vunnið, men tá merkti eg væl, at vit spæla móti góðum spælarum, sigur Andrias Edmundsson.

Tað krevur nógv at spæla hvørja viku í bestu deildunum í Póllandi. Serkmerkt fyri Andrias Edmundsson er, at hann hevur tikið nógvar kjansir í sínum fótbóltslívi. Tað krevur eisini sálarliga styrki og trúgv upp á seg sjálvan.

 


Andrias Edmundsson hevur roynt seg í pólskum fótbólti seinastu árini. Í fjør eydnaðist at flyta upp í bestu deildini, Ekstraklasa, har Wisla Plock er fremst í løtuni. (Mynd: Wisla Plock)

 

 - Vit ivaðust sjálvandi eitt sindur í, um vit vóru nóg góðir til bestu deildina, men venjarin hevur alla tíð trúð upp á meg og sagt, at eg kann koma langt. Aftaná sjey dystir í bestu deildini, haldi eg eisini, at eg kann hetta, sigur Andrias, sum er væl nøgdur við avrikið higartil.

- Eg eri stoltur av, at eg eri komin upp í bestu deildina. Fleiri av teimum, sum eg spældi saman við í Sunderland, spæla antin slett ikki ella á lægri stigi. Tað hava eisini verið tíðarskeið, har teir vóru væl frammanfyri meg, men tað broytt nú.

Eitt lív sum yrkisspælari er ikki bert gleði og stuttleiki. Tað er eisini hart arbeiði.

 

Hart lív sum fótbóltsspælari

Eitt sindur óvæntað liggur Wisla Plock á odda í bestu deildini í Póllandi við 16 stigum fyri sjey dystir. Wisla Plock vann sær uppflyting við at vinna tvær uppflytingarfinalur. Andrias Edmundsson var partur av teimum. Fyrst vann Wisla Plock 2-1 á Polonia Warszawa í hálvfinaluni. Her skoraði Andrias Edmundsson til 1-1. Síðani vann Wisla Plock 2-0 á Legnica í finaluni. Hetta var ein stór uppliving fyri Andrias Edmundsson, men hon var ikki bara góð.

Hávaksni miðverjin av Toftum sigur, at tað var ein hørð vika. Tað byrjaði við seinasta dystinum í landskappingini. Venjarin ivaðist í at brúka Andrias Edmundsson, tí hann var eitt gult kort frá leikbanni. Samstundis var tað týðandi at vinna dystin fyri at blíva nummar trý og fáa heimavølli í hálvfinaluni og í eini møguligari finalu.

 - Vit vunnu dystin, og eg spældi frá byrjan, men ein stórur partur av dystinum fór bara við at hugsa um ikki at fáa gult kort, greiðir føroyski landsliðsspælarin frá. Hósdag er hálvfinala og Andrias Edmundsson kemur á máltalvuna í 2-1 sigrinum á Polonia Warszawa. Í øllum róminum fer svøvnloysi at gera um seg.

 - Eg svav næstan einki frá hósdegnum til finaluna sunnudagin. Fyri at siga tað akkurát, sum tað var, so var eg móður. Eg sovi sjáldan nógv aftaná dyst, men eg fekk heldur ikki sovið fríggjadagin, sigur Andrias Edmundsson.

Dagin fyri dyst verður farið á gistingarhús, men heldur ikki her fær Andrias Edmundsson blund í eyguni. Hóast hetta gongur væl í finaluni. Wisla Plock og Andrias Edmundsson vinna og flyta upp, men uppflytingarveitslan er stutt hjá føroyska landsliðsspælaranum.

 - Dagin eftir skuldi eg til Georgia við landsliðnum. Eg haldi, at eg lendi í Georgia klokkan seks um morgunin lokala tíð. Tá var eg útlúgvaður, leggur fryntligi toftamaðurin afturat um lívið sum yrkisfótbóltsspælari.

Tað hevur gingið væl í nýggja kappingarárinum. Hóast liðið hevur keypt nýggjan miðverja, er Andrias Edmundsson við frá byrjan hvørja ferð. Liðið spælir 3-5-2. Í verjustøðu líkist tað spælskipanini hjá landsliðnum.

 


39 ára gamli Luka Modrić vitjar á Tórsvølli saman við kroatiska landsliðnum, sum Føroyar spæla ímóti fyri fyrstu ferð. Tað er stór avbjóðing hjá Andriasi Edmundsson og Føroyum. (Mynd: Daniele Mascolo/Reuters/Ritzau Scanpix) 

 

Andrias móti Luka og hinum

Fríggjakvøldið skal føroyska manslandsliðið spæla móti Kroatia í HM-undankappingini. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar spæla móti kroatum, sum koma hendavegin við stóru miðvallarstjørnuni, Luka Modrić, í hópinum. Sannlíkt verður Andrias Edmundsson í eini trímans miðverju. Landsliðsvenjarin letur væl at ítróttarligu eginleikinum hjá toftamanninum.

 - Hann er ein stórur og sterkur spælari, sum hevur góðar fyritreytir at verða ein góður miðverji. Hann er sterkur í luftspælinum, dugir væl at verja, men hann er eisini góður við bóltinum. Hann kann spæla við bæði høgra og vinstra beini. Hann torir at spæla undir trýsti, bæði stuttar og longri avleveringar. Ein fjølbroyttur verjuspælari, sigur Eyðun Klakstein.

 

250904_EYDUN_UM_ANDRIAS

 

Andrias Edmundsson er sjálvur spentur at spæla dystin. Hann væntast at byrja inni saman við Gunnari Vatnhamar og Odmari Færø í miðverjuni.

 - Hetta eru spælarar í stórum feløgunum, sum skulu spæla undir øðrvísi umstøðum. Eg vænti, at teir vilja bara hava dystin avgreiddan. Eg ivist ikki í, at teir fara at hata graslíkisundirlagið, so um vit kunnu gera lívið eitt sindur strævið fyri teir og arbeiða hart, kann tað blíva torført hjá teimum, sigur Andrias Edmundsson.

Liðið hevur lagt ein ætlan. Tað verður verjukent í útgangsstøði, men fær Andrias Edmundsson sínar sendingar at sita, eru hann og Føroyar komin nærri stóra úrslitinum, sum toftamaðurin droymir um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Hósdag 11. desember
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
201384
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310