Nýskipanarnevndin farin til verka

Nýskipanarnevndin farin til verka
Fyrrapartin var fundur við umboð fyri flokkarnar á tingi, landsstýrisfólk og limir í fíggjarnevndini
Ben Arabo er formaður í nýskipanarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2025 - 15:40

Nýskipanarnevndin, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti fyrr í vikuni, er farin til verka. 

Fyrrapartin hevði løgmaður boðið forfólkunum í flokkunum á tingi, landsstýrisfólkum og limum í fíggjarnevndini á fund um nýskipanir og effektiviseringsátøk.

Limir í nýskipanarnevndini vóru eisini á fundinum.

Í nýskipanarnevndini eru: 

· Ben Arabo, stjóri í Framtaki (formaður)

· Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

· Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

· Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

· Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali

· Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum

 

Fakfólk

Nevndin er mannað við fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

Harumframt eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eisini partur av nevndini.

At smalka fyrisitingina er eitt av málunum, sum formaðurin í nýskipanarnevndini, Ben Arabo, fer at seta á breddan, nú nevndin er farin til verka.

Ben Arabo hevur sagt, at nevndin fer skjótt at koma við fyrstu tilmælunum. Og taka politikararnir ikki undir við teimum, so er tað ironiskt, at teir hava sett slíka nevnd, heldur hann.

Sí eisini: Andstøðan: Løgmaður setur nevnd at gera arbeiðið fyri seg

Sí eisini: Ben Arabo ætlar at smalka fyrisitingina

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hjørdis Gaard Lailudóttir, Súni Selfoss og Bjarni A. Bjarnason.

Landsstýrisfólk vóru eisini á fundinum.

Óluva Klettskarð.

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

Bjarni Kárason Petersen og Heri á Rógvi.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262