Verjumálaráðið í USA fer at eita krígsmálaráðið

Verjumálaráðið í USA fer at eita krígsmálaráðið
Broytingin verður kunngjørd í dag, skrivar Fox News, og verjumálaráðharrin fer hereftir at eita krígsmálaráðharri
Verjumálaráðið Pentagon verður nú krígsmálaráð.
Mynd: Shutterstock.com  
 
05.09.2025 - 08:16

Amerikanska verjumálaráðið broytir nú navn, og skal nú aftur eita krígsmálráðið, sum tað æt fram til 1949, skrivar Fox News. 

Broytingin verður kunngjørd í dag, skriva rásin.

- Í boðum frá forsetanum í dag, tekur Donald Trump, forseti, aftur í brúk gamla navnið Krígsmálaráðið (Department of War), men núverandi navnið, Verjumálráðið, skal eisini brúkast, sigur eitt embætisfólk í Hvítu húsunum við Fox News.

 

Donald Trump. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Krígsmálaráð og sigrar

Á fundi við suðurkoreiska forsetan, Lee Jae Myung, 25. august, nevndi Trump navnabroytingina:

- Øll vóru fegin um eina ótrúliga søgu um sigrar, tá ið tað æt krígsmálaráðið. So broyttu vit tað til verjumálaráðið. So tað er ein smálutur, tað hevur einki við tykkara land at gera, men tað er nakað, sum eg haldi, at tit fara at hoyra um næstu tvær vikurnar. Helst verður tann broytingin gjørd í vikuni, segði Trump.

 

Pete Hegseth. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Krígsmálaráðharri

Verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, fær við hesum heiti krígsmálaráðharri, sigur Fox News.

Hegseth hevur sagt, at broytingin skal endurspegla størri broyting í Pentagon:

- Vit hava endurreist krígsmentanina í ráðið. Vit vilja hava krígsmenn, fólk sum skilja, hvussu tú effektivt vinnur á fíggindanum. Vit vilja ikki hava endaleys tilbúgvingartiltøk og bara spæla í verjuni. Vit halda, at orð, navn og heiti hava týdning. Tí arbeiða vit saman við forsetanum við hesum. Tit fáa at síggja, segði Hegseth.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979