JSE upp á 96: Sigurin størri týdning enn metið

JSE upp á 96: Sigurin størri týdning enn metið
Sigurin á Gibraltar hevði størri týdning enn dystarmetið, segði Jóan Símun Edmundsson, sum spældi sín 96. landsdyst og yvirhálaði miðvallarlegenduna Fróða Benjaminsen
08.09.2025 - 23:01

Jóan Símun Edmundsson skrivaði søgu, tá hann kom á vøllin í Gibraltar, tá ein lítil tími var spældur.

Tá hann rann inn á Europa Point-leikvøllin, var tað fyri 96. ferð við Merkinum á bringuni. Hann yvirhálaði Fróða Benjaminsen og er nú spælarin, sum hevur spælt flestar dystir fyri føroyska manslandsliðið í fótbólti.

Júst tað er hann ivaleyst glaður fyri, men sigurin á Gibraltar hevði størri týdning, segði hann eftir dystin, tá Tróndur Arge spurdi hann um dystarmetið.

 - Tað hevur ikki so stóran týdning. Nú hava vit akkurát vunnið ein landsdyst, og tað er ikki hvønn dag, vit vinna, segði Jóan Símun Edmundsson.

 - Eg haldi, at vit høvdu eitt megnaravrik ímóti Kroatia fyri nøkrum døgum síðan, uttan at tað rakk á mál til stig, og tí var tað ekstremt týðandi, at vit vinna ein pligtsigur her í dag, segði toftamaðurin, sum spældi sín fyrsta landsdyst í 2009 ímóti Fraklandi.

 

Útskiftingin broytti dystarmyndina

Jóan Símun Edmundsson, Hanus Sørensen og Jóannes Kalsø Danielsen vóru sendir á vøllin í senn. Gibraltar hevði havt fleiri góðar kjansir fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men eftir føroysku broytingina, fekk útilðið betri tamarhald á dystinum.

Tað gav eisini úrslit, tá Martin Agnarsson skoraði avgerandi málið í 68. minutti.

 - Vit halda sjálvir, at vit orka betur enn teir, so um vit blíva við at koyra á og skapa yvirtal og taka renningarnar, so vistu vit, at tað var pláss, segði Jóan Símun Edmundsson.

Toftamaðurin mátti viðganga, at hann vónaði at fáa spælitíð, so hann kundi kalla seg metmann frammanfyri ein annan toftamann.

 - Tað er ordiliga stuttligt, nakað heilt serligt og ein risa heiður. Men sum eg havi sagt ofta fyrr. Tað er ikki fyrrenn tú gevst við fótbólti, at tú ordiliga fert at hyggja aftureftir. Í løtuni er tað stuttligt, serliga tí vit hava vunnið, men eg iðri meg eisini um, at eg ikki fekk eitt mál í dag. Tað hevði gjørt tað fullkomið, segði Jóan Símun Edmundsson, sum vónar at sleppa at spæla uppaftur meir á landsliðnum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237