Netanyahu og Rubio hava fund í Ísrael

Netanyahu og Rubio hava fund í Ísrael
Á fundinum skulu ísraelsku framtíðarætlanirnar við  Gasa umrøðast, serliga við atliti at, um evropisk lond vilja góðkenna Palestina sum stat
Benjamin Netanyahu og Marco Rubio vóru við Grátimúrin í Jerusalem í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2025 - 09:24

Fyrrapartin fer ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, sum vitjar í Ísrael.

Tað upplýsir ísraelska uttanríkisráðið sambært The Times of Israel.

Fundurin byrjaði fyri einum tíma síðani, og eftir fundin, um middagsleitið, verður tíðindafundur.

Marco Rubio er á vitjan í Ísrael, og í gjár var hann við Grátingarmúrin í Jerusalem saman við ísraelska forsætisráðharranum.

Á fundinum við Benjamin Netanyahu skulu ísraelsku framtíðarætlanirnar við Gasa umrøðast, serliga við atliti at, um evropisk lond vilja góðkenna Palestina sum stat.

Ísraelska álopið á Doha í Katar í vikuni skal eisini umrøðast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329