Skiftið: Nýggj poddrøð varpar ljós á skiftisárini hjá kvinnum

Skiftið: Nýggj poddrøð varpar ljós á skiftisárini hjá kvinnum
'Skiftið' er poddvarpsrøð um skiftisárini – eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum
Fyrsti partur av Skiftinum er í útvarpinum í dag klokkan 17.05. Finn allar partarnar á kvf.fo/ljod/sending/skiftid
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
16.09.2025 - 10:54

Skiftið er nýggj poddrøð í 9 pørtum um skiftisárini hjá kvinnum. Tíðin, sum kann vera buldraslig og kaotisk hjá nógvum kvinnum. Vit tosa við serfrøðingar, og føroyskar kvinnur siga frá sínum hugsanum og upplivingum við skiftisárum.

Fyrsti partur er í útvarpinum í dag klokkan 17.05 og eitur rætt og slætt ‘Um skiftisár’. Tað er Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, sum greiðir frá.

 

Um skiftisár

Tað, sum tey flestu seta í samband við skiftisár, ella yvirgangsár, sum tey eisini verða rópt, eru hitatúrar. Løturnar tá kvinnur í einum ávísum aldri rodna og byrja at glinsa av sveitta, uttan at hava rørt seg av fetanum. 

Loysnin var at lata vindeygað upp ella lata seg úr jakkanum og so at royna at lata sum um, einki var hent.

Seinastu árini er hugburðurin tó broyttur nakað, og vit eru byrjað at tosa meira um skiftisárini. 

Listin yvir tað, sum kann henda til ampa fyri kvinnur í hesum tíðarskeiði, er langur, og millum vanligu vansarnar eru hesir:

Svøvnloysi, heilatoka, hitatúrar, liðapína, vøddapína, gloymska, turrar slímhinnur, humørsvingningar, svimbul, møði, hártap, inkontinens, vreiði, týsnan, vektøking, manglandi sexhugur, høvuðpína, trupulleikar við tannkjøti, trupulleikar við sodningarlagnum, angist, hugsavningartrupulleikar, ovurviðkvæmi, tunglyndi og beinbroyskni.

 

Men hvat er tað, vit tosa um, tá vit tosa um skiftisár?

Diana Reynstind er serlækni í kvinnusjúkum, og hon greiðir frá, at skiftisárini er tíðin, tá kroppurin gevst at framleiða tey hormonir, sum gera, at kvinnur kunnu gerast við barn.

- Tað vil siga, at í hesari tíðini kanst tú fáa ymisk symptomir, tí at hormonfabrikkin byrjar at gerast minni effektiv. Tað merkir, at tey tingini, sum verða stýrd av okkara hormonum, nú ikki fáa tey hormonir, teimum tørvar.

Á læknamáli tosar man um menopausuna, sum er ein strika í sandinum so at skilja, at hon er eitt ár eftir, at tú hevur havt tína síðstu bløðing. Tað merkir, at tú ikki veitst at siga, nær tað fer at henda, men at skiftisárini eru meira enn sjálv menopausan.

Ein long frágreiðing, sum á føroyskum verður kókað niður í skiftisárini, sum umfatar árini bæði áðrenn og eftir síðstu bløðing.

Skiftið er á skrá hvønn týsdag klokkan 17.05. Vilt tú lurta, tá ið tað passar tær, so finnur tú allar partarnar á KVF Ljóð.

 

Hvat: Skiftið
Hvar:
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449