Føroyskur pool-spælari við til heimsmeistarakapping í Avstralia

Føroyskur pool-spælari við til heimsmeistarakapping í Avstralia
Poolsamband Føroya hevur ein luttakara, Eirik Mikkelsen, við í heimsmeistarakappingina í kinversku útgávuni av 8-Ball, Heyball, í Brisbane
Mynd: Poolsamband Føroya á Facebook  
 
17.09.2025 - 08:27

Ein av yngstu ítróttargreinunum í landinum, pool, byrjar at gera vart við seg á altjóða pallinum.  

Poolsamband Føroya kunngerð í tíðindaskrivi, at felagið hevur ein luttakara við í stóru, altjóða poolkappingini WPA Champion Of Champions í Brisbane, Avstralia, har kappast verður í kinversku útgávuni av 8-Ball, Heyball. 

Tað er Eirik Mikkelsen, ið er hægst styrkismetti føroyski landsliðsleikarin, sum umboðar Føroyar á WPA Champion Of Champions-poolkappingin. 

Kappingin byrjar í dag, og spælt verður til og við sunnudagin, 21. september.

Umframt Eirik Mikkelsen, so er venjari hansara, Shehan Andrew Wanniya Bandara, eisini við á ferðini.

 

Altjóða dómarar

Umframt luttøkuna í WPA Champion Of Champions-poolkappingin, so vera tveir dómarar frá Poolsambandi Føroya við, tá European Championships Seniors Landis verður hildin í Assen í Niðurlondum frá 29. september til 9. oktober. Teir eru Tito César Quezada og Shehan Andrew Wanniya Bandara.  

Poolsamband Føroya skrivar í tíðindaskrivinum, at hetta bert er gjørligt, tí sambandið í januar skipaði fyri dómaraskeiði, har heili átta fingu prógv sum altjóða dómarar. 


Føroyskir pool-dómarar (Mynd: Poolsamband Føroya)

 

Hetta er aðru ferð, at føroyskir dómarar fáa heiðurin at døma í einari stórari, evropiskari kapping. Fyrr í ár dømdi Shehan Andrew Wanniya Bandara til evropa meistaraheitini í Estlandi.

"Nú ein leikari er við til eina heimsmeistara kapping í Australia, og tveir dómarum eru ávegis til Niðurlond at døma, eru vit errin at umboða Føroyar á altjóða pallinum, og vit gleða okkum at vísa okkara ítróttarførleikar og -anda fram," skrivar Poolsamband Føroya í tíðindaskrivinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167