Mentanin á Glasi merkt av grovari happing

Mentanin á Glasi merkt av grovari happing
Í fleiri ár hava næmingar á Glasi upplivað grova happing, tá teir eru hildnir fyri gjøldur á sonevndum revsilista
Lestrarumhvørvið á Glasi er merkt av neiligari mentan við grovari happing. Henda myndin varð tikin, tá ið "strafbarlistin" dalaði niður yvir næmingarnar í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2025 - 09:39

Ein dag um árið dala lepar í hópatali niður av ovastu hædd í meginhøllini á Glasi. 

Á hesum lepum standa nøvn á næmingum og lærarum, sum verða hildnir fyri gjøldur í niðrandi og seksualiserandi vendingum. 

Hetta er sonevndi "straffbarlistin," sum dulnevndir næmingar í eldru flokkunum standa fyri.

Listin kundi verið eitt bragd úr einum filmi, men í veruleikanum er hann partur av happingarmentanini í glasbygninginum í Marknagili, sum hýsir meira enn 1.000 næmingum.

 

Happing partur av mentanini 

Lestrarumhvørvið á Glasi hevur í fleiri ár verið merkt av álvarsamari happingarmentan.

Longu í 2020 var táverandi rektarin, Steinbjørn Hardlei, í miðlunum við hvøssum atfinningum at tí, sum gekk fyri seg.

Revsilistin skuldi steðgast og mentanin broytast, ljóðaðu boðini tá. 

Politiið kom eisini upp í málið, men niðurstøðan var, at skúlin ikki kundi melda hesi mál. Hetta máttu næmingarnir sjálvir gera.

 

Ringt at broyta hugburð

Nú fimm ár seinni herjar happingarmentanin enn í sama lag, og tað er ikki bara revsilistin, sum ger um seg á Glasi.

Eisini verður talað um sonevndu "horutrappuna." 

Talan er um høvuðstrappuna í meginhøllini, sum bindur hæddirnar saman, og er mest upplagda leið at ganga, um ein skal úr eini hædd í aðra.

Men av tí at næmingar, sum hava nýtt hesa trappu, verða sagdir at halda seg vera og vísa seg fram, hava fleiri í serliga í yngru flokkunum nýtt baktrappurnar í staðin.

 

Sosialir miðlar spenna bein

Happingin hevur eisini gjørt um seg á netinum.

Á sosiala miðlinum Instagram hevur ein brúkari lagt myndir út av næmingum uttan samtykki saman við einum óreinum teksti um persónin.

Skúlin sum bygningur er púra opin og transparentur, og tí eru næmingar ógvuliga sjónligir, tá teir ganga runt og halda til í bygninginum.

Hetta ger tað lætt at taka myndir av fólki uttan at tey varnast, og hetta merkir eisini, at tifar sum til dømis revsilistin lættliga kann deilast á sosialum miðlum og millum næmingar.

 

Felags identitetur manglar

Tað var í 2015, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúli í Tórshavn vórðu lagdir saman í felags bygningin í Marknagili.

Hetta var ein stór samanlegging av trimum stórum stovnum, og neiliga mentanin kann stava frá einum manglandi felags identiteti millum stovnarnar.

Tað segði Jón í Haraldsstovu, lestrarvegleiðari á Glasi, í tíðindunum fyrraárið, tá evnið bleiv viðgjørt í Breddanum.

Eisini tá bleiv nevnt, at hetta mátti steðgast, tí mentanin kann vera skaðilig fyri næmingar.

 

Avleiðingarnar kunnu vera álvarsligar

Sambært Anniku Helgadóttir Davidsen, sum var í Breddanum tá, er mentanin sum heild við til at skapa eitt ótrygt rúm fyri tey ungu.

Hetta er sera óheppið, tí Glasir hýsir meginpartinum av okkara ungdómi, og tey ungu hava í roynd og veru ikki nógv onnur støð at ferðast í, bleiv sagt.

Sambært Anniku Helgadóttir Davidsen eru tað helst nøkur, ið tola ta hørðu viðferðina betur enn onnur, men fyri tey, ið ikki trívast við hesum, kann tað vera oyðileggjandi.

Serliga eru tað næmingar, ið frammanundan eru viðkvæmir, ið kunnu verða harðari raktir av hesum, segði Annika Helgadóttir Davidsen tá.

 

Mentanin á Glasi verður aftur viðgjørd í Breddanum í dag kl. 10.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139