Fara ikki av oynni, meðan Galaxy siglir

Fara ikki av oynni, meðan Galaxy siglir
VB boðar frá, at eingi barna- og ungdómslið hjá hondbóltsfelagnum fara av oynni til kappingar ella tiltøk fyribils
At hekkuportrið á Galaxy ikki var aftur á túrinum til Suðuroyar 1. september, hevur fingið VB at gera av, at eingi barna- og ungdómslið hjá hondbóltsfelagnum fara av oynni fyribils.
 
18.09.2025 - 09:02

Eingi barna- og ungdómslið hjá hondbóltsfelagnum VB fara av oynni til kappingar ella tiltøk, meðan avloysaraskipið Galaxy røkir suðuroyarleiðina.

Í skrivi til spælarar, foreldur og limir, skrivar Vágs bóltfelag:

- Vegna hendingina 1. september, myndir, útsagnir og handfaringina av hesum álvarsliga máli og teir trygdarspurningar, sum hetta hevur við sær, hava vit avgjørt, at eingi barna- og ungdómslið hjá VB fara av oynni til kappingar ella tiltøk, meðan Galaxy siglir.

Felagið sigur seg vilja seta trygdina hjá børnum, ungum, venjarum og foreldrum fremst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011