Breddin: Skipasølur og fólksins ogn

Breddin: Skipasølur og fólksins ogn
Framvegis verða gomul skip seld fyri nógvan pening, tí kvoturnar eru so nógv verdar. Politiskt kjak verður eisini í sendingini
Jupiter er nýggjasta dømið um, at skip verða seld fyri nógvan pening, tí kvoturnar eru so nógv verdar.
 
19.09.2025 - 09:40

Skipasølur fyri 100-tals milliónir vísa, at vit eru aftur har, sum vit byrjaðu, í framhaldsøguni um fiskin, fólksins ogn og tilfeingisrentuna.

Í 2007 vórðu øll fiskiloyvi uppsøgd, tí stóra kvotuvirðið hevði við sær, eitt skip varð selt fyri 300 milliónir krónur.

Í dag er støðan tann sama. 

20 ára gamla uppsjóvarskipið Jupiter varð í mai selt fyri góðar 200 milliónir krónur meira, enn tað var keypt fyri tvey ár frammanundan, og keyparin dylur ikki fyri, at tað eru kvoturnar, sum eru áhugaverdar.

Men í dag er eingin politisk reaktión.

Hví er tað so? Og eru nýggjastu skipasølurnar tekin um eina skeiva skipan, sum eigur at vera broytt?

Tað viðgera vit í Breddanum í dag, har vit hava eina longri samrøðu við búskaparfrøðingin, Hans Ellefsen.

Eftir tað verður politiskt kjak.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533