Kapping um list til nýggja kampusbygningin á Setrinum

Kapping um list til nýggja kampusbygningin á Setrinum
4,5 mió. kr. eru til listprýðisverkætlanina
Kampusbygningurin hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum í Havn.
 
22.09.2025 - 09:31

Listafólk vera nú boðin til at kappast um list til nýggja kampusbygningin hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum í Havn.

Listanevndin fyri felagsbygningin hjá Setrinum bjóðar til kappingina.

4,5 mió. kr. eru til listprýðisverkætlanina.

Freistin at koma við uppskotum er 29. oktober.

Vinnarar vera kunngjørdir 22. januar næsta ár.

Í listanevndini eru Dagmar Malena Winther, listfrøðingur á Listasavninum, Bárður Dal Christiansen, arkitektur, og listafólk umboða Føroysk myndlistafólk, Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og stjóri hjá Henning Larsen North Atlantic, sum hevur teknað kampusbygningin, Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum, Terji Beder, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Bárður í Baianstovu, málsarkitektur hjá Landsverki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360