Óli við aftur í týðandi CL-sigri

Óli við aftur í týðandi CL-sigri
Óli Mittún spældi aftur, tá GOG vann týðandi sigur á Eurofarm Pelister í Champions League-dysti í Norðurmakedónia
Mynd: EHF  
 
25.09.2025 - 09:31

- Heimaliðið gav 120 prosent, men vit høvdu svarini.

Tað segði Óli Mittún við EHF eftir at GOG hevði vunnið 31-28 á Eurofarm Pelister í Champions League-dysti í Norðurmakedónia.

Føroyski bakspælarin var við aftur akslaskaða í sera larmandi Boro Churlevski-leikhøllini, har norðurmakedónararnir fingu betri byrjan og skjótt vóru á odda 10-5.

Við hjálp frá einum stórspælandi Frederik Friche Bjerre á vinstra veingi kom GOG skjótt fyri seg aftur, og í steðginum var javnt. Óli Mittún skey sítt fyrsta mál og fyrsta málið hjá GOG í seinna hálvleiki, og fýra máls leiðslan, sum danir vunnu sær helt dystin út.

 - Tað var sera torført at spæla í hesi høllini. Tú hoyrir einki, og mást líta á kropsmálið. Sigurin gevur okkum sjálvsálit frameftir í kappingarárinum, segði Óli Mittún, sum skeyt fýra mál og spældi væl í bakketuni hjá GOG, sambært EHF.

GOG hevur nú tvey stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í Champions League bólkaspælinum. Í fjórða umfari vitjar týska stórfelagið Magdeburg, sum vann kappingina í fjør.

 


Tað var týdningarmikið fyri Champions League-møguleikarnar hjá GOG, at fjónliðið vann á Eurofarm Pelister. Sí samandráttin omanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776