Tjóðsavnið fær nú tíðarfreist

Tjóðsavnið fær nú tíðarfreist
Nú verður tíðarfreist sett á, nær Tjóðsavnið skal koma við ummæli um gamlar kirkjur, sum skulu umvælast
Funnist hevur verið at Tjóðsavninum fyri at brúka ov langa tíð at gera ummæli.
 
30.09.2025 - 05:42

Nú verður tíðarfreist sett á, nær Tjóðsavnið skal koma við ummæli um gamlar kirkjur, sum skulu umvælast.

Freistin er hálvt ár.

Kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar skal broytast.

Í kunngerðini stendur, at skal kirkja umvælast, skal Stiftsstjórnin geva loyvi.

100 ár

Er kirkjan eldri enn 100 ár, skal ummæli fáast frá Tjóðsavninum.

Men Tjóðsavnið hevur onga tíðarfreist.

Hon kemur nú. Og hon verður í mesta lagi hálvt ár.

Funnist hevur verið at Tjóðsavninum fyri at brúka ov langa tíð at gera ummæli.

Og nú skal eisini gerast møguligt at fáa sær aðra fakliga byggikøna ráðgeving.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375