Døgg Nónsgjógv verður livandi og live í Leitisstein fríggjadagin

Døgg Nónsgjógv verður livandi og live í Leitisstein fríggjadagin
"'Plátan er ein tónleikasøga um vaksnamannakærleik," sigur Døgg Nónsgjógv um "Livandi", ið hon gav út 27. august. Døgg verður gestur í LEITISSTEIN fríggjadagin kl. 13
Døgg Nónsgjógv við plátuni "Livandi", tá hon var gestur í sendingini "Beinleiðis úr Studio 5"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2025 - 19:00

Mikudagin 27. august gav Døgg Nónsgjógv út heildarútgávuna "Livandi" við 11 sangum, sum varpa ljós á vaksnamannakærleika í øllum sínum avbrigdi - tað góða, tað keðiliga, tað harða og tað besta.

Útgávan er serlig á tann hátt, at hon er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum.

"Eg havi altíð verið hugtikin av, hvussu kærleiki kann síggjast bæði sum ein styrki og ein avbjóðing. Foreldur míni hava givið mær eina søgu, sum er bæði stórsligin og nærverandi, og tí ynskti eg at geva mær sjálvari ta avbjóðing at tulka kærleikan," sigur Døgg Nónsgjógv um "Livandi". 

20250930_NET_LEITISSTEIN_REYP_16_9

 

HOYR EISINI: Beinleiðis úr Studio 5 - Døgg Nónsgjógv

 

Tætt samstarv við Høgna Lisberg

Útgávan er skrivað í felag við Høgna Lisberg og er innspæld í studio við Gøtugjógv, har Høgni, Jan Rúni Poulsen og Johan Hentze hava spælt ljóðførini.

Høgni hevur eisini framleitt, ljóðblandað og masterað útgávuna.

Fíggjadagin klokkan 13 er Døgg Nónsgjógv gestur í sendingini LEITISSTEIN, ið verður send beinleiðis úr Studio 4 í Sortudíki í Havn. 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Gestur fríggjadagin: Døgg Nónsgjógv / "Livandi"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678