Stjórin á Herberginum ákærdur fyri brot á donsku heilsulógina

Stjórin á Herberginum ákærdur fyri brot á donsku heilsulógina
Málið kemur fyri í rættinum í næstu viku. Stjórin noktar seg sekan
Landslæknaembætið meldaði málið til løgregluna, tí nóg gott skil var ikki á heilivági, sum var útflýggjaður fólki á Herberginum.
 
02.10.2025 - 12:20

Stjórin á Herberginum hjá Frelsunarherinum, Martin Kúrberg, er ákærdur fyri brot á donsku sunnheitslógina.

Rættarmálið kemur fyri í næstu viku.

Tað er landslæknaembætið, sum hevur meldað málið til løgregluna. 

Málið snýr seg um, at tað fyri trimum árum síðani ikki var nóg gott skil á heiliváginum, sum stovnurin hevði liggjandi og útflýggjaði fólki, sum hildu til á Herberginum.

Martin Kúrberg vil, eftir ráðum frá advokati sínum, ikki gera viðmerkingar til málið fyri enn rættarfundin, sum verður 10. oktober. Hann sigur tó við útvarpið, at hann noktar seg sekan.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at øll viðurskifti nú eru í lagi á Herberginum, sum er fult góðkent til sítt virksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011