Jens Sivar Djurhuus: Eg tók myndina av hekkuportrinum á Galaxy

Jens Sivar Djurhuus: Eg tók myndina av hekkuportrinum á Galaxy
Galaxy sigldi við opnum hekkuportri á opnum havi. Tað sá Jens Sivar Djurhuus við egnum eygum, og tí tók hann myndina
Jens Sivar Djurhuus var á biladekkinum á Galaxy, tá skipið sigldi við opnum hekkuportri
 
06.10.2025 - 14:40

Hekkuportrið á Galaxy var opið á opnum havi tann 1. september.

Tað er Jens Sivar Djurhuus í Vági vitni uppá. Tað var hann, sum tók myndina av opna hekkuportrinum tann 1. september kl. 19.36. Hann var í lógligum ørindum á biladekkinum og tók myndina, tí hann var vísur í, at alt ikki ruggaði rætt.

Hann væntaði, at myndugleikarnir fóru at taka sær av málinum, men so varð ikki, og tí velur hann í dag at standa fram.

 

JSD1

 

Jens Sivar Djurhuus var til arbeiðis á biladekkinum og hevði loyvi at vera har. Hann udraðist, tá hann sá dagsljós gjøgnum hekkuportrið.

 

JSD2_NET

 


Myndin, sum Jens Sivar Djurhuus tók á biladekkinum á Galaxy tann 1. september klokkan 19.36   (Mynd: Jens Sivar Djurhuus)

Metadata frá myndini vísa, at Galaxy var stødd út fyri Lítlu Dímun, tá Jens Sivar Djurhuus tók myndina av opna hekkuportrinum. 


Vikmar hevur roknað seg fram til, at tá myndin varð tikin av opna hekkuportrinum, var Galaxy út fyri Lítlu Dímun (Mynd: Vikmar)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870