Upphav: Tær, ið eftir sótu 

Upphav: Tær, ið eftir sótu 
Í 1919 ganga tveir bátar úr Hesti burtur, 11 mans sjólátast. Nú er leikur settur upp um kvinnurnar, ið sótu eftir
06.10.2025 - 19:23

- Vit duga best at fortelja okkara egnu søgu. Tað sigur Marita Dalsgaard, sum saman við Gunnvá Zachariasen hevur skrivað leikin "Upphav". 

Nýggi leikurin snýr seg um teir 11 úr Hesti, ið sjótlótust í 1919, men verður fortald úr sjónarhorninum hjá kvinnunum. 

"Hvussu yvirlivdu tær? Altso, heilt ítøkiliga. Hvar fingu tær mat? Hvussu megnaði ein heil bygd at koma undan?" Spyr Gunnvá Zachariasen, sum bæði er høvundur og leikari. 

Spurningar, sum hon byrjaði at spyrja, tí hetta er ein partur av hennara egnu søgu. Omma hennara var 6 ára gomul, tá vanlukkan hendi, men fortaldi ongantíð um hendingina. 

Eg spurdi heldur ikki. Eg kendi ikki spurningarnar tá, fortelur leikarin, sum nú setur teir á breddan í nýggja leikinum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954