Ein av heimsins vakrastu bygdum er í Føroyum

Ein av heimsins vakrastu bygdum er í Føroyum
Gásadalur er fimta vakrasta bygd í heiminum 
Millum heimsins vakrastu bygdir.
 
08.10.2025 - 07:35

Gásadalur er fimta vakrasta bygd í heiminum. 

Bygdin í Vágum er nummar fimm á listanum hjá Forbes við 50 vakrastu bygdum í heiminum.

Sambært Forbes er Bibury, vestan fyri Oxford í Onglandi, heimsins vakrasta bygd. 

Hallstatt í Eysturríki er nummar tvey og Reine í Noregi á triðja plássi.

Jukkasjärvi í Svøríki er nummar 41 og Gudhjem á Bornholm er nummar 45.

Seyðisfjörður í Íslandi er nummar 46. 

Forbes hevur gjørt listan í samstarvi við marglætisferðaskrivstovuna Unforgettable Travel Company.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793