Gongur illa hjá føroysku telvarunum í EM-kappingini

Gongur illa hjá føroysku telvarunum í EM-kappingini
Føroyar, Finnland, Skotland og Portugal eru aftast eftir tríggjar dystir
Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Høgni Egilstoft Nielsen telvdi javnt á fyrsta borði í enn maratontalvi, har hann skuldi verja seg við rygginum móti múrinum í nakrar tímar.
 
08.10.2025 - 08:27

Tað gongur ongan veg hjá føroyska talvlandsliðnum í EM-kappingini í Georgia.

Í gjár skuldi tað vera. Vit møttu Írlandi, sum er styrkismett niðast av teimum 40 liðunum í kappingini. Men vit taptu. Hóast føroysku telvararnir vóru favorittar á øllum borðum við hægri styrkitali enn mótstøðumenninir, vann Írland kortini dystin 2½ - 1½.

Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Høgni Egilstoft Nielsen telvdi javnt á fyrsta borði í enn maratontalvi, har hann skuldi verja seg við rygginum móti múrinum í nakrar tímar.

Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft taptu. Teir hava einki stig fingið enn.

Í dag telva Føroyar móti Finnlandi, sum er styrkismett nummar 32. Finnland tapti í gjár 2½-1½ fyri einum sterkum sveisiskum liði.

Føroyar, Finnland, Skotland og Portugal eru aftast eftir tríggjar dystir.

Evropameistarnir Serbia eru fremstir. Teir hava eins og Grikkaland fult stigatal eftir tríggjar dystir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531