Ja takk til fleiri føroyskar barnafilmar

Ja takk til fleiri føroyskar barnafilmar
Í fjør var tað Klintrimús, og í ár er tað Palli Halaleysi, sum verður sýndur í heystfrítíðini, men tey, sum vara av hesum filmum, ynskja sær fleiri
 
08.10.2025 - 10:53

- Vit kundu uttan trupulleikar víst fýra barnafilmar við føroyskari talu um árið, tí fólk ynskja at sleppa í biograf við børnunum til føroyskar filmar, sigur Mourits Clementsen, stjóri í Havnar Bio, sum í løtuni fyrireikar frumsýningina av Palla Halaleysa saman við Kringvarpinum.

Filmurin um Klintrimús var tann fyrsti, sum kom burtur úr samstarvinum millum Kringvarpið og Havnar Bio, og fleiri enn 8.000 atgongumerki vóru seld til filmin, ta tíðina hann gekk í biografinum. Sìðan tá hevur hann bæði verið sýndur aðrastaðni í landinum og í sjónvarpinum, og liggur nú í VIT appini.

At tað júst gjørdist Palli Halaleysi hesa ferð, kemst av, at hesin filmurin er sera fittur, umframt at rættindini til at vísa filmin vóru til at hava við at gera, sigur Páll Danielsen, sum hevur tikið sær av verkætlanini í Kringvarpinum. Eisini hann kundi hugsað sær, at fleiri filmar vóru á føroyskum máli.

- Tað, at børnini skilja tað, sum figurarnir í filminum siga, ger upplivingina so nógv betri, tí tá sleppa foreldur undan at sita og teska teimum tað, sum verður sagt, heldur Mourits.

Palli Halaleysi verður frumsýndur í morgin hósdagin og verður annars vístur fleiri ferðir um dagin í heystfrítíðini.

1768420

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726