Martin byrjar inni heldur enn Viljormur

Martin byrjar inni heldur enn Viljormur
Martin Agnarsson heldur fram á vinstra vongbakki á føroyska landsliðnum, meðan Meinhard Egilsson Olsen byrjar sum fremsti maður móti Montenegro
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2025 - 18:36

Martin Agnarsson verður uttasti maður til vinstru á føroyska fótbóltslandsliðnum, sumí kvøld tekur ímóti Montenegro á Tórsvølli.

Kviki Aarhus Fremad-vongurin skeyt avgerandi málið ímóti Gibraltar í september, og hann hevur fingið afturval framum varaliðskiparan, Viljorm Davidsen, sum byrjar uttanfyri.

Fremsti maður verður Meinhard Egilsson Olsen framum millum annað Páll Klettskarð og metmannin Jóan Símun Edmundsson.

 

Føroyska liðið í 5-4-1:

Mattias Lamhauge; Martin Agnarsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Jóannes Kalsø Danielsen; Hanus Sørensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen, Árni Frederiksberg; Meinhard Egilsson Olsen.

Á bonkinum sita Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen og Geza Dávid Turi.

Undan dystinum í kvøld eru Kroatia og Kekkia fremst í bólkinum við 12 stigum í part, Føroyar og Montenegro hava 6 stig hvør, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777