Vandamikið og smakkar sum bomm

Vandamikið og smakkar sum bomm
Nú fólk venda sær móti sigarettum, hava framleiðararnir funnið ein nýggjan málbólk - børn og ung
 
22.10.2025 - 10:48

So bersøgin er Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyribyrging, sum verður við á ráðstevnu um evnið í morgin hósdagin.

- Upplýsingarherferðirnar móti sigarettum hava verið so mikið væleydnaðar, at fólk ikki byrja at roykja tubbak, so neyðin hevur lært tubbaksídnaðin at finna aðrar leiðir, sigur Charlotta.

Hon greiðir víðari frá, at ídnaðurin miðvíst fer eftir børnum og ungum við nikotinvørum, ið smakka av góðgæti ella frukt, sum síggja út sum bomm, og eru latin í smáar eskjur, sum eru lættar at fjala fyri foreldrum og lærarum.

Nikotin er eitt vandamikið rúsevni, ið hevur stóra ávirkan á heilan hjá børnum og ungum, sum eru í menning. Tað er sera skjótt at gerast bundin at nikotini, og tað lærir heilan at njóta og krevja meira rúsevni, og ger tað lættari hjá fólki seinni í lívinum at gerast bundin at sterkari evnum.

Snorri Patursson frá Heilsuráðnum er ein av fyriskiparunum av hesari ráðstevnu, og hann fegnast um, at vit nú av álvara fara í hernað móti nikotininum, tí ikki hevur verið gjørt nóg nógv við fyribyrging til nú.

Trupulleikin er eisini stórur millum børn og ung í Føroyum, og tað kenna tey eisini aftur í ÍSF, sum eisini er við í átakinum.

Signar Hilmarsson frá ÍSF greiðir millum annað frá teimum nógvu snúsposunum, ið eru at síggja kring vøllir og í hallum, har ítróttarfólk brúka sína tíð.

- Nógv halda, at tey klára seg betur eftir, at tey hava snúsað, men tað vísir seg at vera júst øvugt. Tað, at tey snúsa, ger, at tey í veruleikanum klára seg verri, sigur hann.

Hoyr samrøðu við tey trý her

1771344

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928