Snyrilsmálið: Fyrstu endurgjøldini verða latin næsta ár

Snyrilsmálið: Fyrstu endurgjøldini verða latin næsta ár
Danska stjórnin ætlar at gera ein grunn, ein sáttargrunn, sum skal geva kvinnunum í snyrilsmálinum endurgjald
Landsstýrið í Grønlandi hevur longu avgjørt at lata teimum endurgjald, sum fingu snyril, eftir at Grønland yvirtók heilsuverkið í 1992.
Mynd: KNR  
 
23.10.2025 - 11:16

Fyrstu endurgjøldini úr Danmark til kvinnur í snyrilsmálinum koma næsta ár.

Tað sigur danski innanríkis- og heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, sum júst hevur verið í Grønlandi,í tíðindaskrivi.

Í Grønlandi hitti hon nógvar kvinnur, sum ósjálvbodnar fingu snyril í seksti- og sjeytiárinum.

Danska stjórnin ætlar at gera ein grunn, ein sáttargrunn, sum skal geva kvinnunum í snyrilsmálinum endurgjald. Grunnurin kemur væntandi í fyrra hálvári 2026.

 

Sophie Løde. (Mynd: Altinget)

 

4.070 kvinnur

Og fyrstu endurgjøldini koma í seinna halvári 2026, sigur ráðharrin.

Kvinnurnar eru í minsta lagi 4.070.

Landsstýrið í Grønlandi hevur longu avgjørt at lata teimum endurgjald, sum fingu snyril, eftir at Grønland yvirtók heilsuverkið í 1992.

Hálv fimta millión krónur eru settar av til endurgjøldini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050