Nýggjur summarbýlingur í Miðvági

Nýggjur summarbýlingur í Miðvági
Miðvágur fær nú ein heilt nýggjan býling. Hetta er tó ein serligur býlingur, tí talan verður ein ein býling bara til ferðafólk
23.10.2025 - 19:32

Tað er eitt nýstovnað felag, sum Niels Mortensen, Regin W. Dalsgaard og Tróndur Kollsskerð eiga, ið hevur tikið stig til at byggja nýggja frítíðarbýlið í Miðvági. Talan verður í fyrstu atløgu um tríggjar smáar býlingar í sjálvum býlinginum. Fimm smáttur við plássi fyri seks fólkum vera í hvørjum, so talan verður samalð um ein býling við plássi fyri 90 ferðafólkum.

Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Vága Kommunu, sum tí eisini hevur sett nakrar treytir fyri ætlanini.

Kommunan hevur eisini sett sum treyt, at felagið, sum leigar grundøkið í 29 ár og rekur smátturnar, skal vera skrásett í Vága Kommunu.

Smátturnar skulu vera klárar til fyrstu summargestirnir næsta ár, og gongur tað væl, so verður møguliga útbygt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025